Viðskiftatreytir

Gjaldstreytir
Tilmeldingin til eitt av tekniskeiðnum er bindandi og skal vanliga gjaldast beinanvegin. Aðrar gjaldstreytir verða lýstar í samband við tiltakið.

Um ikki ber til at møta, hevur tú møguleika at lata plássið til onkran annan. Hetta kann vera vinfólk, familja ella starvsfelagi.

24 tíma angrirætt
Tilmeldingina kanst tú angra innanfyri 24 tímar eftir at tú hevur tekna teg. Hetta ber til fram til eina viku áðrenn tiltakið byrjar. Tú angrar við at senda teldupost til info@janusguttesen.fo.

Avlýsing
Um tú hevur teknað teg til eitt av skeiðnum, hevur tú játtað gjaldstreytirnar. Tá eru hesar reglur galdandi:

Tín tilmelding er bindandi, óansæð um tú hevur goldið ella ikki.

Tú er altíð vælkomin at senda annan luttakara fyri teg. Um tú av eini hvørjari orsøk ynskir at melda frá, eru hesi gjøldini galdandi fyri avlýsingar:

– Avlýsing meiri enn 1 viku áðrenn tiltakið: 10% av kostnaðinum
– Avlýsing meiri enn 3 døgn áðrenn tiltakið: 50% av kostnaðinum
– Avlýsing minni enn 1 døgn áðrenn tiltakið: 100% av kostnaðinum

Gera aðrar treytir fyri avlýsing seg galdandi, verða tær lýstar í samband við tiltakið.

Forfall
Ber tað so illa til, at skeiðshaldarin ikki fær komið av orsøkum, sum skeiðshaldarin ikki frammanundan kann tryggja sær ímóti, tilskila vit okkum rættin at finna annað skikkað fólk at halda skeiðið/fyrilesturin. Orsøkirnar kunnu vera sjúka, seinkingar orsakað av ferðing, okkurt, ið stingur seg brádliga upp ella annað, sum viðførir, at ikki ber til hjá viðkomandi at møta.

Hendingar, sum koma undir force majeure, kunnu gera tað neyðugt at útseta skeiðið.

Er tú luttakari og fær ikki møtt til eitt skeið, sum tú hevur teknað teg til, eru avlýsingartreytirnar omanfyri galdandi. Minst til, at tað altíð ber til at senda annan luttakara fyri teg.

Teknilærarin avlýsir
Ber so til, at teknilærarin avlýsir tiltak vegna ov fáar tilmeldingar (í minsta lagi 5 á hvørjum holdið), so fær kundin sjálvandi allan peningin aftur. Tá mugu vit hava eitt kontonummar at flyta peningin á.

Viðmerkjast skal, at eg royni alt eg kann at gjøgnumføra øll skeið, sum eru sett á skrá.

Broytingar, sum vit onga ávirkan hava á, taka vit fyrivarni fyri.