Tekning fyri vaksin

Endamál: At læra grundleggjandi tekniførleikar–og tekniteknikk generelt. Og annars tekna eftir førleika.
Innihald: Vit læra um kompositión, og hvørji elementir ein góð tekning skal hava.
Vit tekna ymsar lutir, m.a. fruktir, grønmeti, útstappaðar fuglar, lítlar standmyndir og eftir fotomyndum. Høvi er eisini at tekna tað tú longu dámar at tekna.
Tilfar: Vit brúka m.a. blýant, litir, tusch og krit og pappír, sum næmingarnir hava við.
Málbólkur: Øll, ið hava hug at læra at tekna.
Nær: Mánakvøld kl. 19.00 – 21.10. Byrjar í septemper/oktober og beint eftir nýttár og varar í 10 vikur.
Stað: Finsen Tilmelding: kvoldskulin.fo

Pin It on Pinterest

Share This