Tekniskeið fyri børn 9 ár og eldri í Tórshavnar Kvøldskúla

Gev barni tínum møguleika at læra grundleggjandi førleikar í fríhondstekning!

Tekniskeiðini eru í tveimum aldursbólkum: 9-11 ár og 12 ár og eldri. Digital tekning er frá 9 árum og eldri.

Skeiðini eru eina ferð um vikuna í 10 vikur, 2 tímar hvørja ferð, frá kl. 16.00-18.00.
Fyrra tíman fáa næmingarnir felags tekniuppgávur. Alt eftir aldursbólki, læra vit t.d. at tekna andlit og kropp á fólki, um ymsar mátar at leggja skuggar á eina tekning og líknandi. Er veðrið gott, fara vit eisini út at tekna okkurt áhugavert.

Seinri tímin er fríur og næmingarnir tekna tað teir hava hug til – kanska ein mangafigur ella tekna okkurt mynstur og leggja litir á? Lærarin gongur runt og leggur lag á.

Skeiðslýsing: »Tekning fyri børn 9 – 11 ár«

Endamál: At læra grundleggjandi tekniførleikar – og annars tekna eftir førleika.
Innihald: Vit læra m.a. at leggja skuggar, grundformar og at tekna lutir vit hyggja eftir. 
Høvi er eisini at tekna tað tær dámar og fáa vegleiðing at tekna tað enn betur. 
Tað kann t.d. vera ein tekniraðsfigurur, eini hús í perspektivi ella at læra at tekna ein lut, tú hyggur at.
Tilfar: Vit brúka m.a. blýant, litir, tusch, krit og pappír, sum Kvøldskúlin útvegar.
Málbólkur: Øll, ið hava hug at tekna
Nær: Mánadag kl. 16.00 – 18.00. Tilmelding: á kvoldskulin.fo

Skeiðslýsing: »Tekning fyri ung 12 ár og eldri«

Endamál: At læra grundleggjandi tekniførleikar – og annars tekna eftir førleika.
Innihald: Vit læra m.a. at leggja skuggar, grundformar og at tekna lutir vit hyggja eftir. 
Høvi er eisini at tekna tað tær dámar og fáa vegleiðing at tekna tað enn betur. 
Tað kann t.d. vera ein tekniraðsfigurur, eini hús í perspektivi ella at læra at tekna ein lut, tú hyggur at.
Tilfar: Vit brúka m.a. blýant, litir, tusch, krit og pappír, sum Kvøldskúlin útvegar.
Málbólkur: Øll, ið hava hug at tekna.
Nær: Týsdag kl. 16.00 – 18.00. Tilmelding: á kvoldskulin.fo

Skeiðslýsing: »Digital teking – 9 ár og eldri«

Endamál: At læra at brúka teknipátu og brúka tekniprogramm – og annars tekna eftir førleika.
Innihald: Vit læra m.a. at leggja skuggar, grundformar og at tekna lutir vit hyggja eftir. 
Høvi er eisini at tekna tað tær dámar og fáa vegleiðing at tekna tað enn betur. 
Tað kann t.d. vera ein tekniraðsfigurur, eini hús í perspektivi ella at læra at tekna ein lut, tú hyggur at.
Tilfar: Wacom teknibretti, teldu og tekniprogrammini Sketchbook Pro, FireAlpaca – sum Kvøldskúlin hevur til taks.
Málbólkur: Øll, ið hava hug at tekna við digitalum teknibretti.
Nær: Mikudag kl. 16.00 – 18.00. Tilmelding: á kvoldskulin.fo