Um teknibrettir og tekniborð

Tá ein teknar, er rættast at tekna frammanfyri einum borði við einum skráa.
Serliga er hetta týdningarmikið, tá ein teknar leingi út í eitt.

Um ein ikki hevur ein skráa, at leggja teknipappírið á, men ein ístaðin boyggir seg niðuryvir eina vatnrætta borðplátu, overvar ein ryggin.
Í longdini er hetta ikki gott. Heldur ikki fyri eyguni, sum verða mødd, tá vøddarnir í nakkanum verða strongdir.

 

Tekna á einum skráa

Eitt tekniborð eigur tí at hava eitt hall.
Ein bílig og einkul loysn, er at brúka eina tekniplátu, sum ein leggur í fangi og inn at borðkantinum.

Plátur úr birk eru vælegnaðar sum tekniplátur. Støddin á tekniplátuni kann t.d. verða 50cm x 60cm x 6-8mm (tjúkt).
Eitt tjúkt pappír kann leggjast omaná plátuna, heft við málaratape allan vegin runt. Tá verður tekniundilagið javnt og slætt.

Heimagjørt tekniborð

Tekningar og illustratiónir