Máting av mikrobylgjustráling

Eg átaki mær at gera uppmátingar av mikrobylgjustráling frá keldum, sum t.d. Wi-Fi, 4G og 5G.

Mátað verður upp á 6 – 8 punktum á matriklinum (t.d. íbúð, hús, virkið).
Uppmátingarnar taka uml. 1 tíma.
Tú fær eina pdf sendandi við øllum mátingunum. Mátingarnar verða vístar á eini plantekning av húsinum, ið vísir júst hvar uppmátingarnar vóru gjørdar.
Harumframt fær tú eitt yvirlit, ið vísir almenn hámarksvirðir (donsk, tað finnist ongi almenn føroysk hámørk) og tey strangaru hámarksvirðini, ið bygnings-lívfrøðingar, viðmæla.

Uppmátingartólini eru frá týsku fyritøkuni Gigahertz-Solutions.