Heimasíður

Heimasíður til einstaklingar, feløg, virkir og stovnar

Vit kunnu bjóða snøggar heimasíðuloysnir, sum við eitt kunnu gera teg, títt virki ella stovn, meira sjónligan.

Heimasíðurnar eru bygdar á brúkaravinarligu skipanina WordPress. Hetta merkir, at fólk við eitt sindur av kunnleika til teldu, sjálvi kunnu dagføra heimasíðuna. Tað er lætt at leggja mynd og tekst út.

Í prísinum er video-undirvísing, ið lærir teg at dagføra nýggju heimasíðuna. Video’in kann takast niður – og er tí altíð tøk hjá tí, sum hevur dagføringina um hendi. Hevur tú ikki tíð og orku at dagføra heimasíðuna, kunnu vit gera tað fyri teg. Saman finna vit ivaleyst eina heimasíðuloysn til títt brúk. Ring/skriva og spyr um prís.

Nakrar veittar heimasíður:

 

 

Katólska Kirkjan
Føroya Skipaupphøgg
Innovation
Meira um WordPress

WordPress skipanin er ein sokallað opin (rópt opensource), og nógv brúkt heimasíðuskipan, ið alsamt gerst betri. Nógvar funktiónir eru gjørdar til skipanina og fleiri leggjast aftrat. Upprunaliga var skipanin ætlað til bloggarar. Í dag eru nógvar kendar heimasíður bygdar á WordPress skipanina, t.d. The New Yorker, Reuters og BBCAmerica.
Hentar funktiónir

vælkomin at senda ein fyrispurning ella ein teldupost: