Árliga framsýningin hjá Tórshavnar Kvøldskúla undan Páskum 2023

Her eru nakrar tekningar hjá børnum (9-11 ár) og ungum (12 ár & eldri) í vanligari fríhondstekning. Og í digitalari tekning, har eitt digitalt teknibretti verður brúkt at tekna við.
Eisini eru nakrar tekningar frá einum stuttum skeiðið í Croquistekning í 2022.

Tekniskeið: Børn 9 – 11 ár.

Tekningarnar eru gjørdar við vanligur blýanti, litblýantum, tusjum, litkritum og við vatnmáling. Evnini á skeiðnum hava m.a. verið at tekna fólk, djór, fantasi og perspektivtekning.

Tekniskeið: Ung 12 ár og eldri.

Tekningarnar eru gjørdar við vanligum blýanti, litblýantum, tusjum, litkritum og við vatnmáling. Evnini á skeiðnum hava m.a. verið at tekna andlit, fólk, djór og at tekna úr huganum.

 

Tekniskeið: Digital tekning, børn & ung 9 til 15 ár.

Tekningarnar eru gjørdar við digitalum teknibretti, Wacom, og tekniprogrammum sum Sketchbook Pro og Fire Alpacha og síðan printaðar út. 11 vóru á holdinum, men øll eru tó ikki við á hesum myndunum.

 

 

Tekniskeið: Croquistekning – livandi modell.

Tekningarnar eru gjørdar við vanligum blýanti, tusj og kolstiftum. Tekningarnar eru oftast teknaðar uppá stutta tíð. Tó eru tað bara fýra teknarar, sum vístu fram sínar tekningar á framsýningini.