5 dagar – 2 tímar hvørja ferð

2 tekniskeið í Suðuroy, Pakkhús 4 á Tvøroyri – fyri børn og ung

5., 6., 7., 9. og 10. august 2021 er møguleiki at fáa undirvísing í fríhondstekning í Suðuroy 5 dagar í Pakkhús 4 á Tvøroyri. Vit læra at tekna: Krokodillur og onnur djór · Vatn (t.d. sjógv, áir) · Gras/bø · Lutir, tú sært · Andlit · Tekna við koli · Tekna við svartari tusj.
· Børn 9–11 ár frá kl. 10–12 og
· Ung 12 ár & eldri frá kl. 13–15.
Dato: 5., 6., 7., 9. og 10. august 2021.
Prísur: 950 kr.
Tilmeldingarfreist: Týsdagin 3. august 2021.

Skeið 1: Børn 9–11 ár

Skeið 2: Ung 12 ár & eldri

Hetta læra vit :

At tekna Krokodillur & onnur djór • Vatn (t.d. sjógv, áir) • Gras/bø • Lutir, tú sært • Andlit • Skitsutekning við koli • At tekna við svørtum og hvítum

w

Vegleiðing

Lærarin vegleiðir hvønn næming við jøvnum millumbilum.
j

Heimauppgáva

Næmingarnir fáa tekniuppgávu at gera til næsta teknidag.

Næmingatal: 10

So lættari er at taka sær av næmingunum.

Um teknilæraran

Havi undirvíst børnum og ungum í fríhondstekning í fleiri ár, serliga í Havn.
Útbúgvin illustrator/grafikari frá Danmarks Designskole. Sí meira her.

tilmelding

Næmingurin er tilmeldaður, tá skeiðsgjaldið er goldið. Kann gjaldast við heimabanka á konto 6460 – 177.655.1.
Viðmerk flytingina: “Pakkhús” og skeiðsnummar (“1” ella “2”).
Tilmeldingarfreist: 3. august 2021.

GG! Tá gjaldið er goldið, vinaliga skriva tínar kontakt-upplýsingar her.
Viðskiftatreytirnar kunnu lesast her.

skeiðslýsing

Skeið 1: Tekniskeið fyri børn 9-11 ár

Innihald: Vit læra at tekna tað, sum vit ímynda okkum (fantasi) og tað, sum vit kunnu síggja – krokodillur (og onnur djór), vatn, áir og sjógv, og lutir, sum vit síggja. Vit læra at reintekna blýantskitsur við tusjpenni. Vit læra at halda blýantinum rætt, so næmingarnir gerast betri at tekna. Eisini tekna vit skjótar tekningar við kolstift á stórt pappír. Vit fara eisini at tekna við svartari tusj og kolstift og læra soleiðis betri at tekna við svørtum/hvítum.
Umframt felagsuppgávu fyrra tíman, verður møguleiki at tekna tað ein hevur hug til.
At hava við: Litblýantar, lit-tusjir, spískara og viskileður.
Tíð og stað: Vit byrja hósdagin 5.–10 august 2021 í Pakkhús 4 á Tvøroyri, (tó ikki sunnud. 8. aug.).
Longd á skeiðnum: Fimm dagar, kl. 10 til 12.
Kostnaður: 950 kr. pr. næming.
Tal av næmingum: 10
Tilmelding: Á tilmeldingarsíðuni ella við at ringja á tel. 31 31 58.
Málbólkur: Øll ið hava hug at tekna.
Teknilærarin hevur við teknibrettir, vanligar býantar og tusjir til reintekning.

skeið 2: Tekniskeið fyri ung 12 ár og eldri

Innihald: Vit læra at tekna tað, sum vit ímynda okkum (fantasi) og tað, sum vit kunnu síggja – eitt nú krokodillur og onnur djór, vatn, áir og sjógv og lutir, sum vit síggja. Vit læra at reintekna blýantskitsur við tusjpenni. Vit læra at halda blýantinum rætt. Eisini tekna vit skjótar tekningar við kolstift á stórt pappír. Vit fara eisini at tekna við svartari tusj og kolstift og læra soleiðis betri at tekna við svørtum/hvítum.
Umframt felagsuppgávu fyrra tíman, verður møguleiki at tekna tað ein hevur hug til. Og at fáa vegleiðing í tí.
At hava við: Litblýantar, lit-tusjir, spískara og viskileður.
Tíð og stað: Vit byrja hósdagin 5.–10 august 2021 í Pakkhús 4 á Tvøroyri, (tó ikki sunnud. 8. aug.).
Longd á skeiðnum: Fimm dagar, frá kl. 13 til 15.
Kostnaður: 950 kr. pr. næming.
Tal av næmingum: 10
Tilmelding: Á tilmeldingarsíðuni ella við at ringja á tel. 31 31 58.
Málbólkur: Øll ið hava hug at tekna.
Teknilærarin hevur við teknibrettir, vanligar býantar og tusjir til reintekning.

Boð ella spurning?
skriva her

Svari skjótast til ber – ella ring telefon 31 31 58 (fyrst), ella fartelefon 51 31 58.