2 tekniskeið í Lamba – fyri børn og ung
9., 11., 12. og 13. apríl 2022 er møguleiki at fáa undirvísing í fríhondstekning í Skúlanum í Lamba í 4 dagar. Vit læra at: tekna kelidjór og onnur djór · tekna figurar úr ymsum sjónarhornum · Tekna andlit og tekna við kolkriti á stórt pappír.
· Børn 9–11 ár frá kl. 10–12 og
· Ung 12 ár & eldri frá kl. 13–15.
Dato: 9., 11., 12. og 13. apríl 2022.
Prísur: 950 kr.
Systkin: 850 kr. fyri hvørt.
Tilmeldingarfreist: Fríggjadagin 8. apríl 2022 á middegi.
Skeið 1: Børn 9–11 ár FULLTEKNAÐ
Skeið 2: Ung 12 ár & eldri FULLTEKNAÐ

Hetta læra vit
At tekna kelidjór/djór • tekna við brushpenni • at tekna figurar í ymsum vinklum • at tekna við kolstift á stórt pappír • at tekna andlit
Vegleiðing
Lærarin vegleiðir hvønn næming við jøvnum millumbilum.
Heimauppgáva
Næmingarnir fáa tekniuppgávu at gera til næsta teknidag.
Næmingatal: 10
So lættari er at taka sær av næmingunum.
Um teknilæraran
Havi undirvíst børnum og ungum í fríhondstekning í fleiri ár, serliga í Havn.
Útbúgvin illustrator/grafikari frá Danmarks Designskole. Sí meira her.

tilmelding
Næmingurin er tilmeldaður, tá skeiðsgjaldið er goldið. Kann gjaldast við heimabanka á konto 6460 – 177.655.1.
Viðmerk flytingina: “Lamba” og skeiðsnummar.
Tilmeldingarfreist: Fríggjadagin 8. apríl 2022 á middegi.
GG! Tá gjaldið er goldið, vinaliga skriva tínar kontakt-upplýsingar her.
Viðskiftatreytirnar kunnu lesast her.
skeiðslýsing
Skeið 1: Børn 9 – 11 ár
Innihald: Vit læra at tekna tað, sum vit ímynda okkum og tað, sum vit kunnu síggja.
Vit fara at tekna ymisk djór/kelidjór, læra at tekna og reintekna við brush penni • at tekna ein figur úr ymsum sjónarhornum • at tekna andlit við kolkriti á stórt pappír.
Umframt felagsuppgávu, verður møguleiki at tekna tað, tú hevur hug til.
At hava við: Litblýantar, lit-tusjir, spískara og viskileður. Teknipappír er á staðnum.
Tíð og stað: Vit byrja leygardagin 9. apríl 2022 í Skúlanum í Lamba (sunnudag frí).
Longd á skeiðnum: 4 dagar, kl. 10 til 12.
Kostnaður: 950 kr. pr. næming. Systkin 850 kr hvør.
Tal av næmingum: 10
Tilmelding: Á tilmeldingarsíðuni ella við at ringja á tel. 31 31 58.
Málbólkur: Øll ið hava hug at tekna.
Teknilærarin hevur við teknibrettir, vanligar býantar og svartar tusjir.
Skeið 2: ung 12 ár & eldri
Innihald: Vit læra at tekna tað, sum vit ímynda okkum (fantasi) og tað, sum vit kunnu síggja.
Vit fara at tekna ymisk djór/kelidjór, læra at tekna við brush penni • at tekna ein figur úr ymsum sjónarhornum • at tekna andlit við kolkriti á stórt pappír.
Umframt felagsuppgávu, verður møguleiki at tekna tað, tú hevur hug til.
At hava við: Litblýantar, lit-tusjir, spískara og viskileður. Teknipappír er á staðnum.
Tíð og stað: Vit byrja leygardagin 9. apríl 2022 í Skúlanum í Lamba (sunnudag frí).
Longd á skeiðnum: 4 dagar, frá kl. 13 til 15.
Kostnaður: 950 kr. pr. næming.
Tal av næmingum: 10
Tilmelding: Á tilmeldingarsíðuni ella við at ringja á tel. 31 31 58.
Málbólkur: Øll ið hava hug at tekna.
Teknilærarin hevur við teknibrettir, vanligar býantar og svartar tusjir.
Boð ella spurning?
skriva her
Svari skjótast til ber – ella ring tel 31 31 58 (fyrst), ella fart. 51 31 58.