Tekniskeið fyri ung og vaksin
í Tórshavnar Kvøldskúla

Skeiðini eru eina ferð um vikuna í 10 vikur, 2,5 tímar hvørja ferð.
Fyrra tíman fáa næmingarnir felags tekniuppgávur. Alt eftir aldursbólki, so læra vit t.d. um ymsu forholdini á andliti og kroppi á fólki, um ymsar mátar at leggja skuggar á eina tekning og líknandi. Er veðrið gott, fara vit eisini út at tekna okkurt áhugavert.

Tekning fyri vaksin

Endamál: At læra grundleggjandi tekniførleikar–og tekniteknikk generelt. Og annars tekna eftir førleika.

Innihald: Vit læra um kompositión, og hvørji elementir ein góð tekning skal hava.

Vit tekna ymsar lutir, m.a. fruktir, grønmeti, útstappaðar fuglar, lítlar standmyndir og eftir fotomyndum. Høvi er eisini at tekna tað tú longu dámar at tekna.
Tilfar: Vit brúka m.a. blýant, litir, tusch og krit og pappír, sum næmingarnir hava við.
Málbólkur: Øll, ið hava hug at læra at tekna.
Nær: Mánakvøld kl. 19.00 – 21.10. Byrjar í septemper/oktober ig beint eftir nýttár og varar í 10 vikur.
Stað: Finsen Tilmelding: kvoldskulin.fo