Navigatións Menu+

Tekniskeið fyri børn og ung

 

Skeið í tekning fyri børn 9 ár og eldri í Kvøldskúlanum heystið 2018.

Gev barni tínum møguleika at læra grundleggjandi førleikar í fríhonds-tekning!
Um nóg nógv tekna seg, ætli eg at hava tekniskeið fyri børn og ung heystið 2018 og sama skeið byrjar í januar 2019.
Tekniskeiðini verða í tveimum aldursbólkum: 9-11 ár og 12 ár og eldri.

Skeiðini eru eina ferð um vikuna í 10 vikur, 2 tímar hvørja ferð, frá kl. 16.00-18.00.
Fyrra tíman fáa næmingarnir felags tekniuppgávur. Alt eftir aldursbólki, so læra vit t.d. um ymsu forholdini á andliti og kroppi á fólki, um ymsar mátar at leggja skuggar á eina tekning og líknandi. Er veðrið gott, fara vit eisini út at tekna okkurt áhugavert.
Seinri tímin er fríur og næmingarnir tekna tað teir hava hug til – kanska ein mangafigur ella bara tekna okkurt mynstur og leggja litir á? Lærarin gongur runt og leggur lag á.


 

Skeiðslýsing: »Tekning fyri børn 9 – 11 ár«

pencil_64pxEndamál: At læra grundleggjandi tekniførleikar – og annars tekna eftir førleika.
Innihald: Vit læra m.a. at leggja skuggar, grundformar og at tekna lutir vit hyggja eftir. 
Høvi er eisini at tekna tað tær dámar og fáa vegleiðing at tekna tað enn betur. 
Tað kann t.d. vera ein tekniraðsfigurur, eini hús í perspektivi ella at læra at tekna ein lut, tú hyggur at.

Tilfar: Vit brúka m.a. blýant, litir, tusch, krit og pappír, sum Kvøldskúlin útvegar.

Málbólkur: Øll, ið hava hug at tekna
Nær: Mánadag kl. 16.00 – 18.00. Byrjar í september/oktober 2018 og 10 vikur fram.
PS: Sama skeið byrjar aftur í januar 2019, nýggj tilmelding krevst.


 

Skeiðslýsing: »Tekning fyri ung 12 ár og eldri«

pencil_64pxEndamál: At læra grundleggjandi tekniførleikar – og annars tekna eftir førleika.
Innihald: Vit læra m.a. at leggja skuggar, grundformar og at tekna lutir vit hyggja eftir. 
Høvi er eisini at tekna tað tær dámar og fáa vegleiðing at tekna tað enn betur. 
Tað kann t.d. vera ein tekniraðsfigurur, eini hús í perspektivi ella at læra at tekna ein lut, tú hyggur at.

Tilfar: Vit brúka m.a. blýant, litir, tusch, krit og pappír, sum Kvøldskúlin útvegar.
Málbólkur: Øll, ið hava hug at tekna.
Nær: Hósdag kl. 16.00 – 18.00. Byrjar í september/oktober 2018 og 10 vikur fram.
PS: Sama skeið byrjar aftur í januar 2019, nýggj tilmelding krevst.


 

pencil_64pxSkeiðslýsing: Digital (talgild) tekning fyri børn og ung

Endamál: At læra at tekna digitalt frá grundini og at liðugtgera vanligar hondteknaðar tekningar á telduni.
Innihald: Vit læra at tekna, leggja litir og skuggar á við tekniprogrammum, sum Sketchbook Pro og Photoshop. At brúka løg (layers) og annars bara at tekna. Vit fáa felags undirvísing fyrra tíman og seinra tíman tekna vit tað vit hava hug til.
Tilfar: Telda og digitalt teknibretti (Wacom). Tekniprogrammir: Sketchbook Pro og Photoshop. Kvøldskúlin útvegar tekniprogrammir og teldur.
Málbólkur: Børn og ung, sum hava hug at læra digitala tekning á byrjanarstøði.
Aldur: Børn 9-14 ár
Nær: Mikdag kl. 16.00 – 18.00. Byrjar í september/oktober 2018 og 10 vikur fram.
PS: Sama skeið byrjar aftur í januar 2019, nýggj tilmelding krevst.


PS: Tilmeldingin til skeiðini á Kvøldskúlanum, sum byrja september/oktober 2018, verða gjørdar á heimasíðuni hjá Kvøldskúlanum.

Pin It on Pinterest