Heimasíður til einstaklingar, feløg, virkir og stovnar

Vit kunnu bjóða snøggar heimasíðuloysnir, sum við eitt kunnu gera teg, títt virki ella stovn, meira sjónligan.
Hvør á sín hátt kunnu tær gerast tykkara sýnisgluggi á internetinum, har tit kunnu bjóða fram tykkara tænastur og førleikar og lætta um sambandið við viðskiftafólk tykkara. 

Heimasíðurnar eru bygdar á brúkaravinarligu skipanina WordPress. Hetta merkir, at fólk við eitt sindur av kunnleika til teldu, sjálvi kunnu dagføra heimasíðuna. Tað er lætt at leggja mynd og tekst út.

Í prísinum er video-undirvísing, ið lærir teg at dagføra nýggju heimasíðuna. Video’in kann takast niður – og er tí altíð tøk hjá tí, sum hevur dagføringina um hendi. Hevur tú ikki tíð og orku at dagføra heimasíðuna, kunnu vit gera tað fyri teg. Saman finna vit ivaleyst eina heimasíðuloysn til títt brúk. Ring/skriva og spyr um prís.

 

Veittar heimasíður:

Føroya Skipaupphøgg

Innovatión

Meira um WordPress

WordPress skipanin er ein sokallað opin (rópt opensource), og nógv brúkt heimasíðuskipan, ið alsamt gerst betri. Nógvar funktiónir eru gjørdar til skipanina og fleiri leggjast aftrat. Upprunaliga var skipanin ætlað til bloggarar. Í dag eru nógvar kendar heimasíður bygdar á WordPress skipanina, t.d. The New Yorker, Reuters og BBCAmerica.

Hentar funktiónir

Dato fyri almannakunngerð og arkivering av posti (t.e tekstur og myndir) kann ásetast frammanundan. Soleiðis kemur posturin fram á síðuni og hvørvur av sær sjálvum til ásetta tíð og dag.

Tíðindabrøv

Virkir kunnu hava gleði av at senda tíðindabrøv út til kundarnar. T.d upp til jóla og summarferiur, har tit siga frá nær tygara virki er í feriu, ella tá tit hava eitt gott tilboð.
Tíðindabrøv verða lisin av nærum øllum haldarum – mótvegis eini Facebook uppdatering.
Tað er lætt at gera eitt tíðindabræv—og tað verður sent út til allar haldarar samstundis. Annað dømi um funkur kundi verið gjaldsskipan ella bookingskipan – funkur, sum kunnu lætta um hjá einum virki. Tú eru vælkomin at senda ein fyrispurning ella ein teldupost: