Navigations Menu+

Blog

Joe Kubert – tegneserietegneren

postet af d. 11:53 i Forskelligt | 0 comments

Joe Kubert – tegneserietegneren

Joe Kubert er ein amerikanskur tekniraðsteknari, ein av teimum sum var við tá tekniraðir enn ikki vóru vanligar í handlunum. Hann fekk longu arbeiði sum tekniraðsteknari sum 12 ára gamal, eftir at hava víst sínar tekningar fyri einum tekniraðsstudio í Manhattan.
Um okkara leiðir er hann kendur fyri at tekna fyri DC Comics og ikki minni fyri sína dynamiska útgávu av Tarzan-figurinum.

Forlagið Dark Horse hevur uppafturprentað alt tað, sum Kupert hevur teknað av Tarzan. [amazon_link id=”1593074174″ target=”_blank” ]Tarzan – the Joe Kubert Years, volume three[/amazon_link] er eitt av heftunum, og tað kann anbefalast at lesa.

Bókin – ella heftið – hevur stíva permu og er væl prentað og litirnir eru vakurt (digitalt) endurskapaðir, við teimum upprunaligu litunum sum grundarlag.

Í 2009 gav Kubert út eina vakra lærubók at tekna eftir livandi modellum, og í hesum føri av fólki:  ]How to draw from life[/amazon_link].

no images were found

Hann er føddur í 1926 og teknaði 6 dagar um vikuna, eisini á gamalsaldri. Hann doyði í 2012 næstan 86 ára gamal.
Joe Kubert rak The Kubert School í New Jersey, ið man vera ein tann frægasti tekniraðsskúlin, ið er til. Tveir av hansara synum- Adam and Andy Kubert – undirvísa og reka í  dag skúlan. Teir eisini eru av bestu tekniraðsteknarum og hava teknað t.d. Superman og Batman.

Pin It on Pinterest