Navigatións Menu+

Bloggur

Framsýning av tekningum í Eysturskúlanum 2016 – vaksin

postað av t. 23:19 í Bloggur | 0 viðmerkingar

Framsýning av tekningum í Eysturskúlanum 2016 – vaksin

2 tekniskeið: »Tekning fyri vaksin« og »Croquistekning« Á árligu Páskaframsýningini hjá Kvøldskúlanum í Havn, 29. & 20. mars 2016, vóru tekningar frá 2 tekniskeiðum fyri vaksin, har eg hevði tað fornøjilsi at vera teknilærari. Skeiðini vardu 10 vikur. Tey vóru bæði fyri og eftir jól/nýttár 2016. Bólkanir vóru: Tekning fyri vaksin Croquistekning Á “Tekning fyri vaksin”, teknaði útstappaðar føroyskar fuglar, lítlar standmyndir, sjálvsportrettir, andlit og annars tað vit vildu. Skuggalegging og proportiónir vóru nøkur av...

les meira

Framsýning av tekningum í Eysturskúlanum 2016

postað av t. 12:47 í Bloggur | 0 viðmerkingar

Framsýning av tekningum í Eysturskúlanum 2016

Framsýning hjá Tórshavnar Ungdóms- Kvøld og Listaskúla av tekningum hjá børnum & ungum í Eysturskúlanum Á árligu Páskaframsýningini hjá Kvøldskúlanum í Havn, 29. & 20. mars 2016, vóru tekningar vístar fram hjá næmingum á trimum tekniskeiðum fyri børn og ung, har eg hevði tað fornøjilsi at vera teknilærari. Skeiðini vardu 10 vikur. Tey vóru bæði fyri og eftir jól/nýttár 2016. Bólkanir vóru: Børn 9-11 ár Børn og ung 12 ár og eldri Vand (børn og ung) Vit lærdu m.a. at halda blýantinum rætt, tekna við gomlum pennum við træskafti,...

les meira

Framsýning av tekningum í Eysturskúlanum 2015

postað av t. 15:01 í Bloggur | 0 viðmerkingar

Framsýning av tekningum í Eysturskúlanum 2015

Framsýning í Eysturskúlanum 28. og 29. mars 2015 – Børn og Ung upp til 15 ár Aftur í ár høvdu tekniliðini frá níggju árum upp til fimtan ár framsýning av tekningum saman við øllum hinum á Tórshavnar Kvøld- Ungdóms og Listaskúla. Teknilærari var eg sjálvur. Trý lið gingu fyri jól og tvey eftir. Næmingarnir vóru hesuferð deildir millum 9-12 ár og 13 ár og eldri. Eina ferð um vikuna, tveir tímar hvørja ferð og 10 ferð tilsamans. Seinri tímin hevur verið fríur og næmingarnir hava teknað tað tey vilja, t.d. tekna manga ella brúkt bøkur og myndir...

les meira

Framsýning í Eysturskúlanum 2014: »Tekniskeið, børn 9 ár og eldri«

postað av t. 16:06 í Bloggur | 0 viðmerkingar

Framsýning í Eysturskúlanum 2014: »Tekniskeið, børn 9 ár og eldri«

Myndirnar niðanfyri eru frá framsýning hjá Tórshavnar Kvøld- Ungdóms- og Listaskúla 12. og 13. apríl 2014. Okkara básur æt »Tekning fyri fyri børn 9 ár og eldri«, meira presist vóru tað 2 teknilið: Børn 9-12 ár (týsdag seinrapart); og Børn 13 ár og eldri, (hósdag seinrapart). Bæði liðini hava verið til tekning í 10 vikur eftir nýggjár 2014. Oftast hava teir 2 tímarnir frá kl. 16 til 18 verið deildir upp, so tann fyrri tímin hevur verið tekniuppgáva/ur, sum øll gera. T.d. hava vit lært um ymsu forholdini á andlitinum og á kroppinum á fólki, og...

les meira

Joe Kubert, tekniraðsteknarin

postað av t. 11:53 í Bloggur | Comments Off on Joe Kubert, tekniraðsteknarin

Joe Kubert, tekniraðsteknarin

Joe Kupert – tann góði tekniraðsteknarin Joe Kubert var ein amerikanskur tekniraðsteknari, ein av teimum, sum var við tá tekniraðir enn ikki vóru vanligar í handlunum. Hann fekk longu arbeiði sum tekniraðsteknari sum 12 ára gamal, eftir at hava víst sínar tekningar fyri einum tekniraðsstudio í Manhattan. Um okkara leiðir er hann kendur fyri at tekna fyri DC Comics og ikki minni fyri sína dynamiska útgávu av Tarzan-figurinum. Hann er føddur í 1926 og teknaði 6 dagar um vikuna, eisini á gamalsaldri. Hann doyði í 2012 næstan 86 ára gamal....

les meira

Pin It on Pinterest